Innanlands

Nýggju hølini hjá ÍSF verða bygt omaná Fimi

Hetta samtykti býráðið í gjárkvøldið eftir ynski frá ÍSF og tilmælum frá nógvum ymiskum persónum og nevndum. Talan verður um tvær hæddir, ið koma omaná Fimi

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-03-26 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍSF-húsið í Gundadali varð fyri kortum rivið niður, og ÍSF er tí heimleyst í løtuni.

Arbeitt hevur verið við einari loysn. Ítróttarsamband Føroya hevur havt eitt ynski um at byggja omaná Fimi, og í gjár samtykti Tórshavnar Býráð at staðseta nýggju hølini hjá ÍSF omaná Fimi. Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu eisini til hetta. Sama gjørdi byggi- og býarskipanarnevndin og seinni mentamálanevndin. Málið varð samtykt við 11 atkvøðum fyri.

- Í viðmerkingunum til málið verður sagt, at fyri kommununa er málið viðvíkjandi ÍSF týðandi at fáa loyst, tí felagsskapurin er undir stórum trýsti og staðsetingin av nýggja bygninginum er týðandi fyri, at felagsskapurin hevur nakað ítøkiligt at arbeiða fram ímóti.

Tórshavnar kommuna skrivar víðari, at tað er skilligt, at ÍSF ynskir at verða staðsett í Gundadali, tí stórur partur av ítróttarvirkseminum í kommununi er her, og sostatt vil virksemið, sum felagsskapurin umboðar síggjast aftur í uttanumhvørvinum. Útrokningarnar vísa eisini, at tað er møguligt at byggja tvær hæddir oman á verandi bygging. Hesar hæddir skulu gerast sum lættar konstruktiónir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder