Innanlands

Nýggja Bethania í Gøtu vígt

Missiónshús kom við Gøtugjógv í 1925 - 101 ár seinni stendur eitt nýtt snøgt slíkt til reiðar at nýta. Tað kostar umleið átta milliónir krónur

Umleið 250 fólk vóru til vígsluna sunnudagin (Mynd: trubodin.fo)

Umleið 250 fólk vóru til vígsluna sunnudagin (Mynd: trubodin.fo)

2026-02-17 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Taað var kristilig veking í økinum fyrst í 1900. Tá føddist ynskið um, at gera eitt Missiónshús at savnast í. Úrslitið var, at menn fóru undir at byggja Bethania, við Gøtugjógv, sum varð tikið í nýtslu í 1925, hóast 1924 stóð í skjøldrinum. Húsið var væl brúkt gjøgnum árini, uttan at stórar ábøtur vóru gjørdar. Í 1980-unum var tað í vánaligum standi, og tá byrjaðu menn at tosa um møguleikan at byggja uppí húsið, men tað kom ongantíð til tað, sigur hann.

Soleiðis greiðir Torleif Justinussen, formaður fyri stýrið, Trúboðanum frá. Hetta í sambandi við, at eitt nýtt Bethania nú er bygt við Gjótugjógv. Sunnudagin varð tað vígt.

[object Object]
Torleif Justinussen (Mynd: trubodin.fo)

Bathania er niðanfyri vegin - skamt frá kirkjuni. Tað er júst í kirkjukjallaranum, at missiónsarbeiði hevur verið so at siga alla hesa øldina: Í ár 2000 fluttu sunnukvøldsmøtini niðan í kirkjukjallaran, og stutt seinni ymiskt annað, tí í gamla missiónshúsinum vóru umstøðurnar ótíðarhóskandi.

Soleiðis er ikki longur: Eftir tekningar, ætlanir og arbeiði í nógv ár, eru tiltøkini hjá kirkjuligu heimamissióni í Gøtu flutt aftur. Hetta í góðar umstøður:

Nýggja Bethania hevur nýggjastu útgerð á øllum økjum. Tað er væl bjálvað og hevur jarðhita. Øll ljós eru led, hevur góða ventilatión, lyft millum hæddirnar og góða ljóð- og ljósútgerð.  Í ovaru hæddini er salur, har 120 fólk kunnu sita, umframt 50 á balkongini. Harafturat er eitt  endarúm á loftinum. Í gongini eru vesir, trappa niður í kjallaran og lyft millum hæddirnar. Í kjallaranum kunnu 100 fólk sita til borðs. Har er góður køkur, skrivstova/fundarrúm, vesir og goymslurúm, skrivar Trúboðin.

Talan er um eitt hús fyri umleið átta milliónir krónur, umframt sparda arbeiðisløn vegna sjálvboðið arbeiðið.

- Húsið kostar okkum umleið 8 milliónir krónur, sum eru goldnar. Tað er í høvuðsheitum fólk og fyritøkur í Eysturkommunu, sum hava goldið húsið. Tað fegnast vit almikið um og takka hjartaliga fyri. Tá tað er sagt, so mugu vit ikki gloyma, at vit hava spart fleiri milliónir krónur í arbeiðsløn, tí nærum alt innan er gjørt av sjálvbodnum, sigur Torleif Justinussen.

Fleiri myndir síggjast á trubodin.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder