Innanlands

Nýggj verkætlan um statin-viðgerð og venjing

Tórur Sjúrðarson, adjunktur í fysiologi, stendur á odda fyri nýggjari granskingarverkætlan um statinir og venjing, sum Fróðskaparsetur Føroya og Landssjúkrahúsið samstarva um

Tórur Sjúrðarson, adjunktur í fysiologi, stendur á odda fyri nýggju granskingarverkætlanini

Tórur Sjúrðarson, adjunktur í fysiologi, stendur á odda fyri nýggju granskingarverkætlanini

2025-09-09 21:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verða statinir og kropsligar venjingar lagdar undir luppin hjá Setrinum og Landssjúkrahúsinum. Høvuðsendamálið við nýggju granskingarverkætlanini er at kanna, um heilivágur fyri ov høgt kolesterol kann ávirka kropsliga venjing.

Hví er hetta týdningarmikið?
Ov nógv kolesterol í blóðinum økir um vandan fyri hjarta-æðrasjúku.

Kolesterollækkandi viðgerð við statin er ein virkin og væl prógvað viðgerð, ið minkar um vandan og sjáldan hevur álvarslig hjáárin.

Kropslig venjing kann eisini minka um kolersterolinnihaldið í blóðinum, og tí kann venjing vera munagóð aftrat statinviðgerð.

Kanningar av djórum og fólki benda á, at statinviðgerð kann ávirka tillagingar til kropsliga venjing.

Fyri at fáa meira greiði á hesum fara granskarar á Setrinum og Landssjúkrahúsinum nú at brúka eitt sokallað randomiserað, placebo-kontrollerað kanningarsnið fyri at staðfesta, um statinviðgerð ávirkar úrslitini av venjing, og um hendan ávirkanin er treytað av kyni og ávísum ílegum.

Persónlagað medisin
Málið við granskingarverkætlanini er at savna tilfar og fáa kanningar í lag, sum kunnu geva nýggja vitan um samspælið millum statinviðgerð og kropsliga venjing. Og - sum frá líður - kann grundarlag fáast fyri persónlagaðum medisini og venjing til framtíðar viðgerð.

Persónlagað medisin og venjing byggir á vitan um ílegurnar hjá tí einstaka, umhvørvi og lívsstíl. Hetta ruddar slóð fyri at málrætta heilivág og venjing í størri mun, so bæði medisin og venjing virka á besta hátt.

Skipan av kanningini
120 luttakarar í aldrinum 40–65 ár við LDL-kolesterolinnihaldi á 4.0 mmol/L ella hægri verða tilvildarliga flokkaðir í ein av hesum 4 bólkum í 12 vikur: 1) venjing og statinviðgerð samstundis, 2) venjing og placebo (kálk tablettir) samstundis, 3) viðgerð við statinum einans ella 4) placebo einans .

Placebobólkarnir fáa kálktablettir (CaCO3), og viðgerðarbólkarnir skulu taka 80 mg av Atorvastatin um dagin.

Allir 120 luttakararnir hava verið gjøgnum allar forkanningarnar, og venjingin byrjar í dag.

Venja 3-4 ferðir um vikuna
Venjingarbólkurin í kanningini skal luttaka í venjing undir vegleiðing tríggjar til fýra ferðir um vikuna.

Vant verður á kondisúkklu sum samanseting av háorkuintervallum og úthaldni fyri at tryggja, at luttakarin fær sum mest burtur úr venjingini. Venjingin verður í nýggju venjingarmiðstøðini hjá Burn í Berjabrekku í Havn.

Bæði áðrenn og aftan á kanningartíðarskeiðið, sum er 12 vikur, skulu allir luttakararnir til umfatandi fysiologiskar kanningar fýra ymiskar dagar á Landssjúkrahúsinum.

Granskingarverkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og Betri Stuðli.

Tey, sum manna granskingartoymið eru Tórur Sjúrðarson, Jacobina Kristiansen, Helga Ellingsgaard, Jan Rasmussen, Jørgen Martin Meinardsson, Helgi Winther Olsen, May-Britt Skoradal, Ingi Dam og Magni Mohr.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder