Mentan

Nýggj verk hjá Tróndi Patursson í Glyvra kirkju

Framsýningin "Náttúrulýsingar" verður í Glyvra kirkju komandi vikuna – Fernisering er leygardagin kl. 16.30

2021-04-23 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 24. apríl verður fernisering í Glyvra kirkju.

Framsýningin "Náttúrulýsingar" er myndað av nýggjum verkum, ið øll eru framleidd til høvið, nú mentanarvikan í Runavíkar kommunu stendur fyri durum.

Talan er um temperamálningar. Flestu verkini hjá Tróndi eita "Náttúrulýsingar". Tey snúgva seg um at umseta náttúruupplivingina, ella ta natúrulistisku lýsingina av náttúruni til ekspressiva abstraktión. Tey eru um óendaliga dýpi náttúrunnar, um stórleikan, megina og intensitetin.

Ferniseringin verður klokkan 16.30 í Glyvra kirkju, har Meinhard Bjartalíð bjóðar vælkomin. Kvinnukórið Silvitni framførir nøkur løg, og Tróndur Patursson hugleiðir um síni listaverk, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er í døgunum 25. apríl – 2. mai, og dyrnar eru opnar í Glyvra kirkju millum klokkan 16 og 18 allar dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder