Frá 1. januar verður lættari at lata seg sterilisera og kastrera.
Uppskotið um nýggja sterilisatiónslóg, sum Bjarni Kárason Petersen, táverandi landsstýrismaður í lógarmálum legði fram í september, varð endaliga samtykt við triðju viðgerð seinnapartin í gjár.
Tinglimir í andstøðuni atkvøddi ímóti uppskotinum, og øll samgongan atkvøddi fyri - uttan Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum atkvøddi blankt.
Sambært Nýggju Sterilisatiónslógini kunnu øll yvir 25 ár blíva steriliserað í Føroyum uttan loyvi. Tó er kravd umhugsanartíð á seks mánaðir fyri persónar millum 25 og 30 ár.
Sambært galdandi lóg, sum er frá 1967, skal loyvi gevast til sterilisatión, og er talan um ein giftan persón, skal váttan eisini fáast frá hjúnafelagnanum.
Fyri at verða steriliseraður, skal viðkomandi, sum ynskir tað, venda sær til sín kommunulækna. Kommunulæknin kann síðani ávísa viðkomandi til ein serlækna í sjúkrahúsverkinum. Læknin hevur skyldu til at vegleiða umsøkjaran um inntrivið og um møguligar fylgjur og vandan í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald