Mentan

Nýggj skaldsøga eftir Trygva Danielsen

"Hey :)" er heitið á nýggjari skaldsøgu, sum er uppsett í talgildum kjatt-formati og siga søguna um ein ungan mann, sum roynir at fáa samband við sín gamla vinmann umvegis netborið kjatt

2025-11-09 18:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

"Hey :)" er heitið á nýggjari skaldsøgu, sum Trygvi Danielsen gav út fríggjadagin.

Bókin, sum hevur undirheitið "TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ" er givin út av Sprotanum, og sambært forlagnum er talan um "eina heilt serstaka bók, sum brýtur upp úr nýggjum í føroyskari bókmentasøgu".

Bókin telur 900 síður, ið eru uppsettar í talgildum kjatt-formati og siga søguna um ein ungan mann, sum roynir at fáa samband við sín gamla vinmann umvegis netborið kjatt.

– Eg stúri fyri, hvussu fólk fara at taka ímóti bókini. Nógv halda sikkurt, at hon snýr seg um meg, men tað er í mesta lagi hálvi sannleikin. Hetta er eitt fiktiónsverk, men tað tekur ofta støði í veruligum kenslum, sum eg havi merkt í mær sjálvum ella sæð í øðrum, sigur Trygvi Danielsen í tíðindaskrivi.

– Eg vildi raka eitt løgið tonalt millumstað, sum hvørki er yrking, prosa, leikrit, ritroynd, yrkistekstur, kjatt ella facebook dagføring, men sum liggur onkustaðni ímillum øll hesi.

Sambært rithøvundanum er talan um ein intensan tekst, sum kavar niður í tey myrkastu evnini í heiminum í dag.

– Har er øgiliga nógv pína í verkinum. Hetta dámar mær væl, og eg ræðist tað illa. Helst er tað júst orsakað av óttanum, at mær dámar tað. Tað merkir kanska, at teksturin rakar okkurt veruligt, og hann vil gjarna raka so djúpt og hart sum gjørligt, samstundis sum hann skal vera eymur og sárbærur.

Bókin snýr seg eisini um heimsins undirgang. Hetta evnið verður granskað úr øllum møguligum sjónarmiðum; geologiskum, søguligum, mýtologiskum, religiøsum, sálarligum, andaligum, samfelagsligum, politiskum og framtíðarligum.

– Eg merki óttan fyri framtíðini. Tað er ein ítøkiligur partur av okkara samtíð, at okkara søgur síggja onga framtíð fyri sær; í øllum førum ikki við bjartskygni. Eg vildi kanna hetta nærri og kanska skapa grundarlag fyri nýggjum søgum um framtíðina, sum hvørki eru dystopiskar ella utopiskar, men innihalda eitt realistiskt ljós – protopiskar, kanska, sigur Trygvi Danielsen.

Bókin fæst í bókahandlunum, og hon verður løgd fram í Norðurlandahúsinum á Bókadøgunum 15. november klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder