Innanlands

Nýggj ritgerð varpar ljós á torføra leiklutin hjá avvarðandi

Alzheimer: Í ph.d-ritgerðini verður greitt frá, hvussu umsorgan av heimabúgvandi við demenssjúku fer fram í einum tøttum og samansettum samspæli millum øll, sum eru rundan um familjuna

2025-05-05 20:02 Author image
Innsent
placeholder

Barbara Egilstrøð, sum júst hevur vart sína ph.d ritgerð, hevur seinastu fýra árini kannað umsorganarhættir innan demensøkið og serliga leiklutin hjá avvarðandi, ið stuðla og veita umsorgan til heimabúgvandi borgarar við demensi.

Í ph.d-ritgerðini verður greitt frá, hvussu umsorgan av heimabúgvandi borgarum við demenssjúku fer fram í einum sera tøttum og samansettum samspæli millum øll, sum eru rundan um familjuna. Umsorganin er samskapt, og tað er høvuðsevnið í ritgerðini.

Nágreinað verður, hvussu avvarðandi stuðla fólki við demensi til at liva eitt so gott, vanligt og virðiligt lív sum gjørligt, hóast sjúkutekin. Maskering verður sostatt umsorganarhátturin, sum verður mest nýttur.

Hvat er maskering?
Tá ið demenssjúkan verður maskerað, snýr tað seg um áhaldandi at dempa sjúkueyðkenni og broytingarnar, sum sjúkan førir við sær, so til ber at liva so vanligt sum gjørligt.

Í ritgerðini verður greitt frá, hvussu sjúkueyðkennini koma so líðandi, og tí byrjar maskeringin eisini í smáum við at avvarðandi stuðla persóninum við demensi.

Eitt nú hjálpir Katrin makanum Jens við at minnast til at vaska sær, at finna hóskandi klæðir og stuðlar honum at bera seg at í sosialum samanhangi, uttan at onnur varnast tað.

Somuleiðis avlastar Minna mammu sína við at biðja pápan koma út at keypa timbur við sær, tí tað plagdi at vera hansara uppgáva.

Men so hvørt sjúkan versnar, verður meiri krevjandi at fjala broytingarnar. At nýta hendan umsorganarháttin gerst tí meira avbjóðandi, tí hann fjalir veruliga álvaran av demenssjúkuni.

Eitt annað dømi er, at tá heilsustarvsfólk koma á heimavitjan fyri at kanna støðuna í gerandisdegnum og tørvin fyri stuðli í heiminum, er persónurin við demensi í miðdeplinum.

Heilsustarvsfólkini arbeiða so nógv, sum til ber, við at hava persónin við demensi í miðdeplinum. Hetta merkir, at mest umráðandi er at virða persónin við demensi sum eitt sjálvstøðugt menniskja, sum er við til at taka avgerðir um egið lív, og at persónurin við demensi kennir seg sæddan. Tá vísir seg at vera torført hjá avvarðandi at tosa frítt um veruliga tørvin.

Tað gerst ein afturvendandi etisk tvístøða at royna at varðveita normalitet, at virða persónin við demensi, og at avvarðandi noyðast at dylja egnan tørv. Somuleiðis er torført at tosa um tungar sálarligar upplivingar og tvístøður, sum standast av demenssjúkuni. Prátið má avmarkast soleiðis, at persónurin við demensi ikki varnast alt, sum tosað verður um, og avvarðandi mugu sníkja seg at fortelja, hvussu støðan er. Hetta kann hugsast at gerast sera strævið fyri avvarðandi.

Persónar við demensi duga eisini væl sjálvi at fjala og dempa sjúkuna, og tá kann vera serliga trupult at vera avvarðandi, tá maskeringshættir verða nýttir. Tí viðhvørt mugu onnur rundan um bara spæla við.

Les víðari á heimasíðuni hjá Alzheimerfelagnum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder