Uttanlands

– Mette-Marit er álvarsliga sjúk

Norski krúnprinsurin sigur, at hann er stúrin um heilsuna hjá konuni

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: Terje Pedersen/NTB/Ritzau Scanpix)

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: Terje Pedersen/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-05-26 19:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Krúnprinsessan er álvarsliga sjúk, og eg haldi, at hon hevur fingið tað verri seinastu tíðina, so eg eri stúrin um heilsu hennara.

Soleiðis segði norski Haakon krúnprinsur við journalistar í Oslo í dag um konu sína, Mette-Marit krúnprinsessu.

Tað var í 2018, at norska krúnprinsessan fekk staðfest lungnafibrosu, og í fjør greiddi hon sjálv frá, at sjúkan hevði ment seg skjótari, enn hon hevði vónað.

Tí fyrireika læknar hana til, at hon møguliga skal hava eina lungnatransplantatión.

– Bara tankin um, at ein skurðviðgerð er næsta stigið, er sera krevjandi, tí tað er ein viðgerð við nógvum vandum, segði hon sambært Ritzau.

Sjúkan er kronisk og kann tí ikki lekjast. Hon elvir til arrvevnað á smáu lungnabløðrunum, ger lungurnar stívar og ger tað harvið torførari at upptaka súrevni í blóðið. Sjúkan hevur við sær sjúkueyðkenni sum andaneyð, hosta, bruna í andaleiðini, og møði.

Orsakað av sjúkuni hevur Mette-Marit krúnprinsessa verið noydd at droppa fleiri almenn tiltøk, m.a. tá belgisku kongshjúnini, Philippe kongur og Mathilde drotning vitjaðu í Noregi í mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder