Tað er vælkent á Toftum, at vatntrýstið í ávísum økjum ikki er nøktandi. Bygdaráðið í Nes kommunu hevur tí í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett tkr. 1.425 til eina pumputrýstskipan, sum skal bøta um vatntrýstið, m.a. á Brekkukletti, Svangaskarði og Høganesvegi.
PB Consult hevur veitt kommununi ráðgeving og bjóðað arbeiði viðv. nýggju pumputrýstskipanini út.
![]()
Eitt lítið hús verður bygt millum vatnbrunnarnar við Regnavegin, sum skal hýsa pumpuskipani. Byggivirkið KBH skal byggja húsið. Tekniska deild hevur gjørt økið byggiklárt, og húsið verður bygt í næstum. Blikksmiðjan skal seta pumpuskipanina upp. Tekniska deild ger ymiskt leiðingsarbeiði í samband við verkætlanina, og tað kann hava við sær, at skrúðað verður fyri vatninum nakrar løtur.![]()
Í samband við at nýggja pumpuhúsið skal hava ymiskar leiðingar innlagdar, t.d. el-, telefon- og spillivatnsleiðingar, verður gott 300 m av Regnavegnum breiðkaður. Leingi hevur verið ynskiligt at breiðka hetta vegastrekki, og tí liggur væl fyri at hetta arbeiði verður gjørt samstundis sum leiðingsarbeiði skuldi gerast. Eisini verða leiðingar/innføringar lagdar, so klárt er til framtíðar bústaðarbygging fram við vegastrekkinum. Koyrivegurin verður 6 m breiður og pláss verður fyri gonguteigi. Falkon breiðkar vegin.
Ætlanin er at nýggja pumputrýstskipan kemur at virka í ár.
– Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald