Fyrr í vikuni vórðu Filipsoyggjarnar raktar av deyðiligu Kalmaegi-ódnini, og bjargingararbeiðið í hart rakta Cebu-landslutinum er nú fyribils steðgað upp, tí ein nýggj ódn, sum hevur fingið navnið Fung-wong, er ávegis, skrivar Ritzau.
Umframt harðan vind kann eisini væntast nógv avfall, 200 milimetrar ella meira. Hetta kann elva til umfatandi vatnflóðir, sigur veðurfrøðingur hjá filipinsku stjórnini.
Í nátt var ódnin ávegis vestureftir móti oynni Luzon við einari vindstyrki á 38 m/s og hvirlum upp í 47 m/s.
Í landslutinum Aurora, sum Fung-wong væntast at raka seint sunnudagin ella tíðliga mánadagin, eru bjargingarfólk farin frá hurð til hurð fyri at heita á íbúgvar um at leita sær móti hægri lendi. Á oynni Catanduanes hava íbúgvar bundið hús síni føst og hava lagt vektir á tekjurnar.
Ódnin Kalmaegi, sum verður mett at vera tann deyðiligasta í ár, hevur higartil kravt í minsta lagi 204 mannalív. 109 fólk eru saknað. 70 prosent av ofrunum búðu í Cebu, har 57 fólk eru saknað. Men bjargingararbeiðið er, sum áður nevnt, fyribils steðgað upp fyri at verja bjargingarfólkini.
Les eisini: Stórar oyðileggingar eftir ódn á Filipsoyggjum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald