Leygardagin 1. november lat nýggja matstovan Ibañez Delight upp við Gøtugjógv.
Talan er um tey hølini, har fleiri onnur ting hava verið - seinast matstovan Brimborg.
Tað er Sheena Mae S. Mørkøre, sum eigur og rekur matstovuna. Talan er um eitt buffet-konsept við ymiskum filipinskum rættum, vælegnað til bæði børn og vaksin.
Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at undirtøkan hevur verið sera stór, og tí mátti matstovan steingja áðrenn tíð á upplatingardegnum, tí ongin matur var eftir.
- Sheena valdi síðani at steingja matstovuna í tveir dagar fyri at fáa keypt nokk av vøru inn, og fyri at fáa fleiri starvsfólk at hjálpa sær.
Fyri Sheenu hevur tað verið ein dreymur í fleiri ár, at lata upp sína egnu matstovu og nú bar til at gera dreymin til veruleika. Hon leggur dent á, at staðsetingin er sera góð, tí Gøtugjógv liggur sentralt og nógv ferðsla ferðast framvið dagliga.
Ibañez Delight er opið hvønn dag frá klokkan 11.30 til klokkan 20.
Fleiri myndir eru at síggja á eysturkommuna.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald