Uttanlands

Nýggj gransking: Tvær MFR-vaksinur verja eisini móti øðrum sjúkum

Børn, ið fáa tvær MFR-vaksinur, eru í minni vanda fyri at vera innløgd í tveir dagar ella longri av øðrum smittusjúkum

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2018-07-03 18:07 Author image
Oda Strøm
placeholder

MFR-vaksinan, sum øll børn hava í boði, tá tey eru 15 mánaðar og 4 ár, tykist at hava virknað móti øðrum sjúkum enn bert meslingum, fárasjúku og reydlingum. 

Ein nýggj donsk kanning frá Statens Serum Institut vísir, at um vaksinan verður givin tvær ferðir, eru børnini í nógv minni vanda fyri at verða innløgd á sjúkrahúsi í tveir dagar ella longri orsakað av øðrum vandamiklum smittusjúkum. 

Sambært TV2 sigur Signe Sørup, granskari aftanfyri kanningina, at MFR-vaksinan hevur jaliga ávirkan á evnunum hjá immunverjuni at basa øðrum smittusjúkum eisini.

Kanningin hevur fylgt næstan 260.000 børnum, sum vórðu fødd í Danmark millum 2004-2010 og hevur samanborið antibiotikanýtslu og infektiónsinnleggingar í 4 ára aldrinum millum tey, ið høvdu fingið tvær MFR-vaksinur, og tey, sum bara høvdu fingið eina MFR-vaksinu. 

- Vit funnu útav, at børn, sum høvdu fingið ta næstu vaksinuna, vóru í 16% minni vanda fyri at verða innløgd á sjúkrahús við øðrum smittusjúkum í tveir dagar ella longri. Hetta var hóast vit tóku atlit til allar møguligar aðrar faktorar, sum kunnu ávirka bæði koppseting og vandan fyri at verða innlagdur við smittusjúkum, sigur Signe Sørup sambært TV2. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder