Uttanlands

– Eg bleiv villeidd av Epstein

NRK almannakunnger í dag samrøðu við norsku krúnprinsessuna Mette-Marit og norska Haakon krúnprins

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: EPA)

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: EPA)

2026-03-20 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit  varð "villeidd og lumpað" av amerikanska kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.

Tað sigur hon í samrøðu við norska kringvarpið NRK, sum er almanankunngjørd í morgun sambært Ritzau.

– Eg hevði sjálvandi ynskt, at eg ongantíð hevði møtt honum, sigur hon og leggur afturat, at tað hevur týdning fyri hana, at hon tekur ábyrgd fyri, at hon ikki kannaði hansara bakgrund ordiligt, og fyri, at hon varð villeidd.

Mette-Marit krúnprinsessa leggur dent á, at tað er ongin orsøk til at taka synd í sær, tí tað eru offrini hjá Epstein, sum hava uppiborið rættvisi, sigur hon.

Í samrøðuni við NRK luttók eisini Haakon krúnprinsur, og hann sigur, at hann visti av, at Epstein og Mette-Marit kendust, og at tey høvdu hitt hvørjumøðrum í USA og í Noregi.

Krúnprinsurin sigur, at hann eisini sjálvur hevur hitt Epstein eina ferð, tá familjan var og ferðaðist í Karabisku oyggjunum.

Tað var tilvildarligt, at tey hittust á gøtuni, sigur hann, og leggur afturat, at hann visti, at Mette-Marit hevði búð í húsinum hjá Epstein í Palm Beach.

– So har er sjálvandi einki loyniligt millum okkum, sigur hann.

– So við og við misti hon (Mette-Marit) álitið á honum og skilti, at hetta var ein persónur, sum ikki ynskti henni nakað gott, og tað hevði við sær, at hon sleit sambandið vi hann.

Tað var síðst í januar, at tað kom fram, at norska krúnprinsessan hevði havt samband við Jeffrey Epstein. Hetta kom fram í skjølum, sum vórðu kunngjørd av amerikanska løgmálaráðnum.

Mette-Marit krúnprinsessa varð nevnd fleiri hundrað ferðir í skjølunum. M.a. vóru gamlir teldupostar millum hana og Epstein.

Les eisini: Fríðrikur kongur og norska krúnprinsessan nevnd í nýggjum Epstein-skjølum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder