Stutt fyri klokkan 17 í dag varð uppskotið um fosturtøkulóg hjá Hervør Pálsdóttir, Kartlot Hergeirsson, Ingilín Didriksen Strøm og Eyðdis Hartmann Niclasen endaliga samtykt við triðju viðgerð.
Les eisini: Uppskotið um fosturtøkulóg endaliga samtykt
Tað merkir, at frá 1. juli kunnu kvinnur í Føroyum, sum eru við barn, fáa fosturtøku, um hon verður framd áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini, og kvinnan hevur fingið í boði ráðgeving sambært og læknafrøðiliga kunning og vegleiðing.
Harafturat kann fosturtøka fremjast eftir 12. viku, m.a. um um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda.
Er kvinnan undir 18 ár, skal tann ella tey, sum hava foreldramyndugleikan, geva samtykki til at søkja um fosturtøku, men tá umstøðurnar tala fyri tí, kann samráðið kortini geva loyva til, at samtykki ikki skal innheintast ella geva loyvi, hóast samtykki verður noktað.
Sambært lógini kann fosturtøka bara verða framd av lækna í sjúkrahúsverkinum, og stríðir tað ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá einum løggildum heilsustarvsfólki, ið starvast á sjúkrahúsi at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skal viðkomandi eftir áheitan sleppa undan hesum, og sjúklingurin skal verða vístur til annað løggilt heilsustarvsfólk.
Kvinnan skal hava í boði óhefta ráðgeving og stuðulssamrøðu fyri og eftir fosturtøkuna. Ráðgevingin skal m.a. fevna um møguleikarnar fyri stuðli til at fullføra viðgongutíðina og fyri stuðli eftir, at barnið er føtt.
Læknin, sum fær umsókn um fosturtøku, skal upplýsa kvinnuna um møguleikan fyri ráðgeving og stuðulssamrøðu, og læknin skal vegleiða og kunna kvinnuna um inntrivið og fylgjur og vandan, sum mugu metast at vera sambundin við eina fosturtøku.
Avvarðandi landsstýrisfólk skal seta eitt samráð, sum skjótast gjørligt tekur avgerð í málum viðvíkjandi fosturtøku. Í samráðnum eru ein løgfrøðingur, ein sosialráðgevi, ein sálarfrøðingur og tveir læknar. Annar læknin skal vera serlækni í kvinnusjúkum, og hin læknin skal vera serlækni í psykiatri.
Lógin kemur í staðin fyri galdandi fosturtøkulóg frá 1956, sum bert loyvir fosturtøku í serligum førum, m.a. um lívið hjá kvinnuni er í vanda.
Orsøkin til, at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn komandi summar er, at tíð skal vera til at fyrireika broytingar í sambandi við lógina.
M.a. skal samráðið setast, og eisini skal Føroya Kærustovnur velja serkøn, sum skulu viðgera kærur. Eisini skulu nærri reglur ásetast um ráðgevingina, umsókn um fosturtøku og viðgerð av málum um fosturtøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald