Silja Aldudóttir er rithøvundur úr Havn. Hon hevur lisið føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Hon gav í 2022 út barnabókina ‘Ódjór’. Hetta er hennara fyrsta bók til smærri børn.
Lena Nicolajsen er sniðgevi og myndprýðari búsitandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin á Danmarks Designskole, og hevur m.a. myndprýtt fleiri barnabøkur.
Bókaframløga
Í morgin, leygardagin 7. februar klokkan 14, skipar Bókadeildin fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn.
Skrá:
Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir
Rithøvundurin, Silja Aldudóttir, lesur søguna
Tekniverkstova fyri børn við myndprýðaranum, Lenu Nicolajsen
Drekkamunnur og høvi er at hitta rithøvundin og myndprýðaran
Bókin er til sølu fyri serprís
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald