Seinastu tíggju árini hevur átakið Loftbrúgvin latið fleiri enn 2.500 ferðaseðlar til føroysk listafólk, sum hava havt virksemi uttanlands.
Talan er um eitt stuðulssamstarv, sum Atlantic Airways, Tórshavnar kommuna, Uttanríkis- og mentamálaráðið eru felags um.
Tórshavnar kommuna hevur í dag kunngjørt, at nýggj avtala um Loftbrúnna fyri varð undirskrivað í Norðurlandahúsinum mikudagin.
Hendan er galdandi fyri næstu trý árini - frá 2026 til og við 2028. Júst Norðurlandahúsið hevur verið partur av Loftbrúnni, men hevur tikið seg úr fyribils vegna sparingar.
-Tað kennist væl sum kommuna at kunna stuðla okkara listafólkum við Loftbrúnni, soleiðis sum Tórshavnar kommuna nú hevur gjørt í 10 ár. Við hesum stuðla vit ikki bert okkara evnaríku listafólkum, men eisini okkara egna mentanarlívi staðfestir Elsa Berg, borgarstjóri.
Loftbrúgvin til listafólk gevur listafólkum betri møguleika at búgva í Føroyum og ríka okkum við síni list her heima, samstundis sum tey kunnu breiða føroyska list og mentan út í onnur lond og skapa listalig samstørv tvørtur um landamørk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald