Innanlands

Nýggj app til lívbjargandi fyrstuhjálp verður almenn 1. november

Tá ein persónur hevur brúk fyri hjálp, tekur tað skipanini 20-25 sek at finna tríggjar persónar, sum fáa boð um at fara at hjálpa til, inntil fakfólk kemur á staðið

Mynd: Renn fyri lívi

Mynd: Renn fyri lívi

2020-10-19 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan desember í fjør hava Ragnar Jacobsen, ambulansuviðgerði, Sólfríð Fjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, arbeitt við at fáa eina app til lívbjargandi fyrstuhjálp til Føroya – Renn fyri lívi.

Fólk kunnu skráseta seg í skipanini, sum verður stýrd frá vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Tá ein persónur hevur brúk fyri hjálp, kann skipanin finna tríggjar persónar innan 20-25 sekund, sum fáa boð um at hjálpa til, inntil fakfólk kemur á staðið. Hesi verða so á staðnum, til sjúkrabilur fer av staðnum aftur.

Fyri nøkrum vikum síðani boðaðu stigtakararnir frá, at skipanin varð keypt og skuldi royndarkoyrast, og í dag verður boðað frá, at tey eru við at koma á mál. Nú er greitt, at appin verður almenn frá 1. november.

Í hesum sambandi verður heimasíðan hjá Renn fyri lívi eisini almannakunngjørd frá í dag av. Á heimasíðuni fæst kunning um skipanina, og hvussu ein fær appina og skrásetir seg. Eisini verður eitt kort, sum vísur allar skrásettar hjartastartarar, og hetta kortið verður dagført regluliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder