Innanlands

Nýggir limir valdir í felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum

Nýggir limir vórðu valdir í felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu 19. november 2025. Í ráðnum sita nú Svanna í Gong, Rannvá B. Sólsker, Filip J. Eliasen og Elin A. Brimnes

2025-11-22 17:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin 19. november skipaði felags foreldraráðið fyri fundi fyri foreldraráðunum í Tórshavnar kommunu.

Fráfarandi forkvinna, Barbara Djurhuus, bjóðaði foreldraráðslimum vælkomnum og greiddi frá aðalmálunum hjá ráðnum, sum millum annað er at vera bindilið millum foreldur á dagstovnaøkinum og kommununa.

Forkvinnan greiddi eisini frá nøkrum av málunum, sum ráðið hevur arbeitt fyri. Hesi eru eitt nú betri arbeiðsumstøður hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum, dagføringar og viðlíkahald av uttanumøkjum við dagstovnarnar og at taka leiðaran úr normeringini.

Forkvinnan í Mentamálanevndini, Heidi Lava Elgeirsdóttir, segði nøkur orð um politisku raðfestingarnar hjá samgonguni og svaraði spurningum frá foreldraráðslimum.

At enda vóru nýggir limir valdir í ráðið. Ráðið var stovnað á vári 2023, so hetta var fyrstu ferð, nýggir limir skuldu veljast í ráðið.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder