Uttanlands

Nýggi flokkurin hjá Løkke eitur Moderaterne

Flokkurin fer ikki at stilla upp á kommunuvalinum í november, men verður fólkatingsval útskrivað áðrenn tað, er flokkurin til reiðar, sigur Lars Løkke

Lars Løkke Rasmussen meldaði seg úr Vinstraflokkinum í januar, eftir at hann hevði verið limur í 40 ár (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen meldaði seg úr Vinstraflokkinum í januar, eftir at hann hevði verið limur í 40 ár (Savnsmynd)

2021-06-05 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10. apríl boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Vinstraformaðurin, Lars Løkke Rasmussen frá, at hann var í ferð við at stovna ein nýggjan politiskan flokk, og í dag avdúkaði hann navnið á flokkinum: Moderaterne

Í klummu í B.T. segði Lars Løkke soleiðis um nýggja flokkin.

– Nýggi flokkurin ætlar at "skapa framgongd og broytingar á einum krossøki millum ein bláan blokk, sum pínist av virðispolitikkinum og ein reyðan blokk, sum hongur fast í einari avoldaðari áskoðan um einstaklingin og statin".

Í dag er grundlógardagur, og var tað eisini í sambandi við grundlógarrøðu á fundi hjá politiska netverki hansara í Herlev, at Lars Løkke avdúkaði navnið á nýggja flokkinum.

Lars Løkke ger greitt, at flokkurin ikki ætlar at stilla upp á kommunuvalinum, sum verður í Danmark í november, og tí verður stevnuskrá, hjartamál og valevni eisini fyrst kunngjørt eftir kommunuvalið.

Lars Løkke sigur tó, at um Mette Frederiksen útskrivar fólkatingsval áðrenn kommunuvalið, er flokkurin til reiðar.

Les eisini: 10. hvør veljari umhugsar at velja flokkin hjá Løkke

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder