Fríðrikur kongur hevur sent boð til forfólkini í donsku flokkunum um at koma á Amalienborg klokkan 18 føroyska tíð.
Endamálið er at fáa tilnevnt ein nýggjan persón at standa fyri stjórnarsamráðingunum í Danmark.
Ongantíð fyrr hevur tað tikið so drúgva tíð at skipa stjórn í Danmark.
Mette Frederiksen var seinnapartin á Amalienborg og kunnaði kong um, at hon ikki longur hevur mandat til at halda fram við samráðingunum. Hetta tí, at Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne, ikki longur trýr upp á, at tað eydnast Mette Frederiksen at finna fram til ein meiriluta.
Alt bendir á, at Troels Lund Poulsen verður nýggjur samráðingarleiðari, men tað verður ikki alment fyrr enn kongsumfarið er liðugt í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald