2026-02-20 15:27
Megafood Aps afturkallar eitt slag av nudlum, sum eru seldar í føroyskum handlum orsakað av bakterium.
Talan er um Korean Street Topokki (sweet-spicy), sum er best fyri 13. februar, 10. mars og 15. apríl 2027, og sum hevur strikukotuna 8805957023964.
Bakterian bacillus cereus er funnin í nudlunum, og kann hon viðføra sjúkutekin so sum kvalma, spýggju, pínu í búkinum og leyst lív.
Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald