2025-06-10 07:35
Danska íbúgvaratalið hevur nú rundað 6 milliónir. Tað boðar Danmarks Statistik frá í dag.
Íbúgvaratalið fyri mai er júst uppgjørt, og tað er nú 6.001.008 fólk, sum er tað hægsta nakrantíð, skriva danskir miðlar í morgun. Hetta er talið á fólki, sum hava eru skrásett at búgva í Danmark.
Tað var væntað, at talið fór at rundað hetta vegamótið, tí tá íbúgvaratalið seinast varð gjørt upp – tað var fyri apríl – manglaðu 333 í at náa tær seks milliónirnar.
Tað eru 42 ár síðan, at danska íbúgvaratalið rundaði fimm milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald