Innanlands

Nú verður søkt eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna

Freistin at søkja starvið sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins er 12. mars

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-15 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan Niels Juel Arge fór frá sum stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins í november, hevur Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari verið virkandi stjóri, men nú verður søkt eftir nýggjum stjóra.

Freistin at søkja stjórastarvið er 12. mars.

– Stjórin hevur ábyrgdina av at standa á odda fyri Strandfaraskipum Landsins og tryggja, at stovnurin verður skipaður og mentur í samsvari við nútíðar tørv og at menna ein greiðan leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til ein virkisfýsnan almennan stovn.

– Stjórin skal ganga á odda við at skipa eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi fyri starvsfólk stovnsins. Tað er umráðandi, at stjórin hevur góð evni at áseta greið strategisk mál, at raðfesta uppgávur, dugir at vísa fíggjarligt skynsemi og at veita landsstýrinum góða og álítandi ráðgeving. Stjórin skal vera málsøkin og hava evni at skapa ró, tá ið støðan kann gerast trupul, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Starvið er áramálssett í fimm ár sambært serligum sáttmála við møguleika
fyri at leingja setanina í upp til trý ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder