Innanlands

Nú verður lýggjari í veðrinum

Men nakað av vindi verður eisini komandi dagarnar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-11 12:39 Author image
Ari av Rana

Veðurforsøgnin sigur frá lýggjari veðri í morgin og komandi dagarnar. Men sagt verður eisini frá vindi.

Í dag er frískur til strúkur vindur av útsynningi og suðri, millum 9 og 13 m/s. Seinnapartin verður nakað av avfalli, millum 0,2 og 1,4 mm. Hitin í dag um 4 til 5 hitastig, men í kvøld upp í 8 hitastig.

Hann sigur frá eitt sindur meiri vindi í morgin, upp í skrið av útsynningi og útsynningi vestan, millum 10 og 18 m/s. Nakað av avfalli verður, millum 0,1 og 1,4 mm. Í morgin verður lýggjari í veðrinum, millum 7 og 9 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder
placeholder