Mentan

Nú verða dreymarnir um Fuglafjørð avdúkaðir

Vinnarin av dreymakappingini verður avdúkaður í dag tá serliga dreymaframsýningin letur upp í Mentanarhúsinum

2020-10-15 12:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat droyma fólk um? Hvussu sær eitt dreymastað út? Hvørjar dreymar hava fólk fyri heimstaðin? Hvussu kunnu vit gera ein bý betri fyri tey, sum búgva ella ferðast har?

Dreymar um Fuglafjørð er eitt tiltak, sum fekk loyvi til at liva, hóast Mentanardagarnir 2020 máttu avlýsast. Her bjóðaðu fyriskipararnir øllum, sum høvdu áhuga fyri Fuglafirði, at senda ein dreym um eitt ávíst stað, sum antin kundi skapast ella gerast betri.

Tað vísir seg, at tað eru nógv ymisk og spennandi ting, sum fólk droyma um, sum kunnu gera hendan býin enn betri at liva í ella ferðast til. Dreymarnir eru lagdir fyri verandi býráð og mentamálanevndin fer at kjósa besta dreymin. Vinnarin fær 5.000 krónur fyri dreymahugskotið.

Men dreymar eru allarbest, tá teir vera deildir, tí tá kunnu vit droyma saman. Tá vit hoyra dreymin hjá einum øðrum, kunnu vit droyma víðari um tað sama, ella kanska birtir hesin dreymur undir ein nýggjan dreym?

Tí fara teir yvir 40 dreymarnir, sum komu inn til kappingina, at verða vístir fram á einari øðrvísi framsýning í Mentanarhúsinum. Framsýningin verður sett klokkan 17 seinnapartin, tá formaðurin í mentamálanevndini, Ólavur Larsen, eisini fer at kjósa vinnaran.

Framsýningin verður opin við sunnudagin 18. oktober kl. 13-17. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder