Uttanlands

Nú sleppa koppsett ferðafólk til Avstralia

Vónin er, at hetta fer at fáa lív aftur í avstralsku ferðavinnuna – Upp móti 50 flogfør væntast at lenda í Avstralia í dag

Í november varð latið upp fyri útlendskum lesandi, og nú sleppa koppsett ferðafólk eisini at ferðast til Avstralia (Mynd: EPA)

Í november varð latið upp fyri útlendskum lesandi, og nú sleppa koppsett ferðafólk eisini at ferðast til Avstralia (Mynd: EPA)

2022-02-21 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag lat Avstralia landamørkini upp fyri koppsettum ferðafólki, nærum tvey ár eftir, at landið lat aftur vegna koronu.

Síðan november hava útlendsk lesandi og arbeiðsfólk havt loyvi at ferðast til landið, og nú er latið enn meira upp.

Vónin er, at hetta fer at fáa lív aftur í ferðavinnuna í landinum, og Dan Tehan, avstralskur ráðharri í ferðavinnumálum sigur seg eisini vænta, at ferðavinnan kemur sterkt aftur.

Sambært Ritzau væntast upp móti 50 flogfør at lenda í Avstralia í dag. 27 teirra lenda í størsta býnum, Sydney, og hesa vikuna fer avstralska flogfelagið Qantas at flúgva 14.000 ferðafólk til landið.

Einasta kravið til tey ferðandi er, at tey eru liðugt koppsett fyri koronu.

Ferðavinnan er ein av størstu vinnunum í Avstralia, og uml. fimm prosent av avstralsku arbeiðsfjøldini starvast í ferðavinnuni, sum árliga forvinnur yvir 60 milliardir avstralskar dollarar (283 milliardir í okkara krónum).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder