Innanlands

Nú sleppa kajakrógvarar av við ruski tey savna

Bingja sett upp til endamálið í álakeri

Kári Johansen, formaður í havnarnevndini saman við Jan Egil Kristiansen og Ásu Ósá úr Kajakkfelagnum (Mynd: torshavn.fo)

Kári Johansen, formaður í havnarnevndini saman við Jan Egil Kristiansen og Ásu Ósá úr Kajakkfelagnum (Mynd: torshavn.fo)

2021-07-12 18:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kajakkirnar hjá limum í Havnar Kajakkfelag síggjast javnan í Havnarvág og nærhendis.

Kajakkfelagið keypti nakað herfyri nýggja útgerð, ið verður brúkt  til at rudda vágna nakrar tímar um vikuna.

Tey hava ofta fullan posa við burturkasti, sum verður heintað á sjónum.

Havnar Kajakkfelag hevur sóknast eftir at fáa eina bingju til alt ruskið, sum tey finna. Og henda bingjan er nú komin.

Um vikuskiftið vóru Ása Ósá og Jan Egil Kristiansen ein túr við kajakkini, og tey fingu fitt av ruski, sum fór beint í bingjuna, sum nú er sett upp til endamálið í Álakeri. Á sjónum finna rógvararnir alt frá togendum til plast.

Kelda: Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder