Uttanlands

Nú sleppa børn undir 16 ár ikki at brúka sosialar miðlar í Indonesia

Forboðið, sum indonesiska stjórnin kunnaði um fyrr í hesum mánaðinum, er komið í gildi

Instagram er ein av sosialu miðlunum, sum børn undir 16 ár ikki longur sleppa at brúka í Indonesia (Mynd: EPA)

Instagram er ein av sosialu miðlunum, sum børn undir 16 ár ikki longur sleppa at brúka í Indonesia (Mynd: EPA)

2026-03-29 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði indonesiska stjórnin frá, at børn undir 16 ár skuldu noktast atgongd til sosialar miðlar, og leygardagin kom forboðið í gildi.

Forboðið líkist tí, sum kom í gildi í Avstralia um ársskiftið.

Endamálið við forboðnum er at verja tey ungu móti happing, sviki, pornografiskum innihaldi, og fyri at forða teimum í at gerast bundin av internetinum, skrivar Ritzau.

Hetta er í fyrsta umfari galdandi fyri YouTube, TikTok, Facebook, Instagram, Threads, X, Bigo Live, og Roblox.

Avstralia varð fyrsta landið í heiminum at banna nýtslu av sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár, og m.a. Frakland, Grikkaland, Spania og India hava umhugsað at seta líknandi forboð í verk. Evnið hevur eisini verið umrøtt í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder