Klokkan níggju møttu tey 22 fólkavaldu, umframt nøkur starvsfólk hjá flokkunum, í Løgtinginum.
Fyrst tosaðu flokkarnir hvør sær, og klokkan tíggju fóru formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum yvir um brekkuna og inn í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelag.
Sí eisini: Samráðingarnar byrjaðar: Bert floksformenninir í fyrstu syftu
Har sótu Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen og tosaðu um, hvussu samráðingarnar skulu skipast.
Síðani hava flokkarnir aftur tosað saman, og eftir ein matarsteðg byrja realitessamráðingrnar av álvara klokkan 13.
Samráðingarleiðarin greiðir FM1 og Portalinum frá, at farið verður undir at arbeiða í bólkum við ymiskum evnum um eina løtu og hildið verður .
- Vit vænta at koma langt í dag og næstu dagarnar, og eg eri bjartskygdir um, at vit kunnu loysa teir knútar, ið kunnu vera, sigur Beinir Johannesen.
Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen her
Sí eisini: Bárður á Steig Nielsen- Samdir um tað mesta og upplagt at vit tríggir seta okkum saman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald