Innanlands

Nú skulu bestu veðrarnir kjósast

Endaliga úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 verður kunngjørt 21. november

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-30 08:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Búnaðarstovan skipar aftur í ár fyri Landsseyðasýning. Eins og síðstu árini, fara sýnsmenn út í økini at sýna. Hetta verður gjørt í tíðarskeiðinum 13. til 15. november.

Endaliga úrslitið fyri Landsseyðasýningina verður kunngjørt fríggjakvøldið 21. november.

Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin vera sýnaður á lokalari sýning, ið er góðkend av Búnaðarstovuni. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða.

Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin 10. november kl. 15.00. Tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða fimm góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna tríggjar teir vakrastu veðragjólingarnar, tríggjar teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og tríggjar teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.

Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.

Meira fæst at vita um framgangshátt og tilmelding á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder