Innanlands

Nú kunnu fólk tryggja sínar tenn

Fyritøkur og fakfeløg kunnu nú tekna starvsfólkum og limum Tanntrygd, sum dekkar upp til 80 prosent av útreiðslunum til ávísar tannlæknaviðgerðir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-16 19:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu fyritøkur og fakfeløg tekna starsvfólkum og limum sínum Tanntrygd. Hesum boðar Trygd frá í tíðindaskrivi.

Talan er um eina nýggja trygging, sum tryggjar tínar tenn. Við Tanntrygd ber til at fáa upp til 80 prosent av útreiðslunum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar. Hevur ein t.d. eitt hol, sum skal viðgerðast, ella eina tonn, sum skal rótviðgerðast, dekkar Tanntrygd.

Nýggja tryggingin dekkar m.a. eisini tanntøku og skurðviðgerð, fylling og doyving, røntgen, og tannhaldsbruna.

Sum áður nevnt, eru tað einans fyritøkur og fakfeløg, sum kunnu tekna tryggingina til ávikavist síni starvsfólk og sínar fakfelagslimir. Harafturat kunnu hesi starvsfólk og limir tekna tryggingina til maka, sambúgvar og børn millum 18 og 24 ár.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder