Innanlands

Nú koma ófraboðaðir fyrispurningar fyri

Landsstýrisfólk, summi í sínum seinastu tímum í sessunum, eru í tingsalinum og skulu næstu løtuna svara spurningum, eins og løgmaður

- So skal eg boða frá, at ein steðgur verður frá umleið tíggju minuttir í tvey. Ein tíðindafundur verður í Tinganesi, og fleiri hava sett ynski um vera við til hendan. Tað merkist, at tað er ein serligur politiskur dagur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- So skal eg boða frá, at ein steðgur verður frá umleið tíggju minuttir í tvey. Ein tíðindafundur verður í Tinganesi, og fleiri hava sett ynski um vera við til hendan. Tað merkist, at tað er ein serligur politiskur dagur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-04 11:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er ein heldur serstakur politiskur dagur.

- So skal eg boða frá, at ein steðgur verður frá umleið tíggju minuttir í tvey. Ein tíðindafundur verður í Tinganesi, og fleiri hava sett ynski um vera við til hendan.  

Hetta segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnan fyri lítlari løtu síðani.

Talan er sjálvandi um tíðindafundin, har fyrsta tilmælið hjá nýskipanarnevndini verður lagt fram - og sett í verk.

Les meira: Tíðindafundur í Tinganesi seinnapartin

Sum skilst, verður ætlanin at trý av aðalráðunum skulu niðurleggjast, høvuðsboðskapurin. Alt bendir á, at Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum (Barna- og Útbúgvingarmál) og Jóhan Christensen (fiskivinnumál) missa sínar sessir.

Tað er eisini tað, sum Norðlýsið skrivar. Av tí at eitt landsstýrisfólk hjá Framsókn skal frá, so má verða talan um Bjarna Kárason Petersen (Lógarmál), tí Ruth Vang er forkvinna floksins.

Áðrenn alt hetta verður endaliga alment, skulu landstýrisfólk og løgmaður svara uppá ósvaraðar fyrispurningar frá løgtingsfólki. Hetta er farið í gongd, og byrjað varð við Suðuroyartunnlinum.

Tingfundurin í dag byrjaði við minningaroðrum um Hans Paula Strøm, sála. Hans Pauli Strøm var løgtingsmaður og landsstýrisfólk 

Fylgi við tingfunfinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder