Mentan

Nú kemur Disney+ til Føroya

Stroymingartænastan Disney+ verður frá í morgin tøk í nógvum ymiskum londum og landaøkjum. Eitt nú í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-13 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá í morgin, 14. juni, er er ein stórur dagur hjá teimum, sum hava longst eftir nógva tilfarinum hjá Disney-samtakinum. Í morgin verður Disney+ nevniliga tøkt í Føroyum.

Tað var fyrr í ár, at Disney kunngjørdi, at stroymingartænastan fór at gerast tøk í 42 londum og økjum í summar, har í millum í Føroyum.

Sostatt sleppa films-svangir føroyingar at blaða runt í nógva tilfarinum, sum umframt Disney eisini umfatar filmar og tilfar frá Pixar, Marvel og Star Wars.

Kostnaðurin fyri eitt hald hjá Disney+ er 79 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder