Innanlands

Nú hvarv kioskin hjá Astu

Ein býarmynd í Havn er horvin, men hon kemur aftur

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-01-29 11:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá Havnarfólk fara oman í miðbýin í dag fara tey at varnast, at býarmyndin er broytt. Ein tann eykendasti parturin av Vaglinum er horvin.

- Á pappírinum eitur hon Kioskin á Vaglinum, men á mannamunni eitur hon bara Kioskin hjá Astu. Á ólavsøku í 2015 hevði Asta arbeitt í eyðkendu kioskini í tilsamans 65 ár.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna um Kioskina hjá Astu, sum í dag var koyrd avstað inn á Hjalla. Tað er Gist & Vist, sum fer at "Kopiera" kioskina og lata hana uppaftur.

[object Object]

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

- Kioskin hevur altíð havt sama lit. Einaferð var takið grønt, men nú hevur tað verið blátt í nógv ár. Asta var 15 ára gomul í 1945, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini.

Hvíta og reyða kioskin er veruliga vorðin ein býarmynd. Og hetta er ikki minst Astu fyri at takka. Hon gekk hvønn dag úr Tróndargøtu og oman í kioskina.

Hon plagdi at fara til arbeiðis millum klokkan tíggju og hálvgum ellivu, og vera í kioskini til einaferð út á kvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna um Astu, sum varð ein eins stór býarmynd, tá hon hevði sín dagligdag í kioskini, sum sjálv kioskin.

[object Object]

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder