Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur fast í ætlaninum sínum um at yvirtaka Grønland, og nú hóttir hann við at leggja revsitoll á lond, sum ikki taka undir við hesum ætlanum.
Tað segði hann á fundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin sambært bretska BBC.
– Eg noyðist kanska at leggja toll á lond, um tey ikki taka undir við (at taka) Grønland, tí okkum tørvar Grønland av trygdarávum, segði hann.
Fleiri lond hava longu víst dønum og grølendingum stuðul, og fleiri evropeisk lond hava sent herfólk til Grønlands ella boðað frá, at tey fara at senda herfólk til Grønlands.
Les eisini: – Fleiri evropeisk herfólk í Grønlandi broytir ikki ætlanirnar hjá Trump
Í dagføring á Truth Social í dag skrivar Trump, at hann frá 1. februar fer at leggja ein toll á tíggju prosent á Danmark, Noreg, Svøríki, Frakland, Týskland, Stórabretland, Niðurlond og Finnland. Tað eru øll lond, sum hava sent, ella hava boðað frá ætlanum um at senda, herfólk til Grønlands.
Tollurin verður galdandi fyri allar vørur úr hesum londum, sum verða influttar til USA.
– Nú eftir árhundrað, er tíð hjá Danmark at geva nakað aftur - heimsfriðurin er uppá spæl. Kina og Russland vilja hava Grønland, og har er einki, Danmark kann gera við tað, skrivar Trump.
Amerikanski forsetin leggur afturat, at tað er bert USA undir hansara leiðslu, sum kann "spæla hetta spælið, og spæla tað væl enntá".
– Eingin skal nerta við hetta heilaga landið, serliga tí trygdin hjá USA og hjá heiminum er uppá spæl. Afturat hesum, eru Danmark, Noreg, Svøríki, Frakland, Týskland, Stórabretland, Niðurlond og Finnland farin til Grønlands av ókendum orsøkum. Hetta er ein sera vandamikil støðu fyri trygdina hjá okkara Jørð, skrivar hann.
Dagførd kl. 18.08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald