Innanlands

Nú er Vágs kommuna á Vanganum

Kommunan hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at fáa ymsar borgaratænastur mentar til Vangan. Talan er um 13 sjálvavgreiðslur, sum nú eru á Vanganum

Sjálvavgreiðslurnar eru tøkar á Vanganum undir tænastuveitarum og á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu. Heimasíðan vagur.fo er knýtt saman við Vanganum

Sjálvavgreiðslurnar eru tøkar á Vanganum undir tænastuveitarum og á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu. Heimasíðan vagur.fo er knýtt saman við Vanganum

2024-03-13 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs Kommuna er nú vorðin partur av Vanganum. Hetta merkir, at vágbingar og onnur nú talgilt kunnu avgreiða m.a. bústaðarflytingar, biðja um bátapláss og søkja um mentanarstuðul.

Kommunan hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at fáa ymsar borgaratænastur mentar til Vangan. Hetta arbeiðið er nú komið á mál, og í dag ber til hjá vágbingum og øðrum, ið skulu avgreiða eitthvørt við kommununa, at avgreiða hetta umvegis Vangan.

Talan er um 13 sjálvavgreiðslur, sum nú eru á Vanganum. Sjálvavgreiðslurnar eru: bátapláss, bálloyvi, bústaðarváttan, bústaðarflyting, bústaðaryvirlit, byggiloyvi, umbiðja dagstovnapláss, uppsiga dagstovnapláss, fráboðan til kommununa, frípláss, mentanarstuðul, P-tals váttan og tiltak á kommunalum øki.

Sjálvavgreiðslurnar eru tøkar á Vanganum undir tænastuveitarum og á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu. Heimasíðan vagur.fo er knýtt saman við Vanganum, og knýtið ger, at borgarar og onnur kunnu trýsta á sjálvavgreiðslurnar beinleiðis frá heimasíðuni. Atgongdin til sjálvavgreiðslurnar er bæði undir Oyðubløð og á ymsu síðunum á heimasíðuni.

Arbeitt verður víðari at menna fleiri sjálvavgreiðslur til Vangan. Arbeiðið er eitt samstarv millum Talgildu Føroyar, kommunurnar og almennar stovnar. Í Vanganum er dentur lagdur á trygd og brúkaravinsemi.

Vágs kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder