Innanlands

Nú er koyrandi undir Ørðaskarð

Seinnapartin var hátíðarhald í sambandi við at Famjinstunnilin lat upp fyri almennari ferðslu

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

2025-06-25 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vakra bygdin Famjin vestantil á Suðuroynni er nú vorðin ein meira integreraður partur av Suðuroynni og restini av landinum.

Tí nú er tað ofta sera vindharða Ørðaskarð ikki longur ein forðing fyri at koma til ella úr bygdini. Í dag varð Famjinstunnilin endiliga latin upp fyri almennari ferðslu.

Farið varð í gongd við arbeiðið í november 2022. Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum hevur staðið fyri at bora tann knapt 1.200 metra langa tunnilin og gera tilhoyrandi íbindingarvegir. Seinasta skotið varð latið av famjinsmegin fyri knøppum ári síðani, 18. juli 2024. Nógvar avbjóðingar hava verið í sambandi við boriarbeiðið, tí tilfarið í fjallinum hevur víst seg at vera trupult at koma ígjøgnum.

Í sambandi við at snórurin varð kliptur seinnapartin vórðu røður hildnar. Hesi høvdu orðið: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við samferðslumálum, Marjun W. Thomassen, stjóri í Landsverki, Sigtór A. Petersen, stjóri í Pf. J&K Petersen og Jóannis Lisberg, borgarstjóri í Famjin.

Undan hátíðarhaldinum skipaði ítróttafelagið Hvistan fyri at almenningurin kundi renna, ganga ella trilla aftur og fram teir 3,2 kilometrarnar aftur og fram gjøgnum tunnilin og eftir nýggju vegastrekkjunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder