Innanlands

Nú er gongd komin á hjá kommununum at fáa loyvi

Flestu kommunurnar nærkast avtalu um loyvi at avrita

Á hjáløgdu myndini eru undirskrivingarnar við Runavíkar, Nes, Vágs, Sunda og Vága kommunu. Kollasjan er gjørd av Ole Wick av myndum hjá Fjølrit.

Á hjáløgdu myndini eru undirskrivingarnar við Runavíkar, Nes, Vágs, Sunda og Vága kommunu. Kollasjan er gjørd av Ole Wick av myndum hjá Fjølrit.

2018-10-10 22:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðan Kommunufelagið samtykti avtalufrymilin í juni, hevur Fjølrit raðfest at nýta orkuna til at veita teimum 29 føroysku kommununum loyvi at avrita.

Í skrivandi løtu er avtala undirskrivað við hesar 11 kommunurnar: Runavíkar kommunu - Vágs kommunu - Nes kommunu - Sunda kommunu - Eiðis Kommunu - Vága kommunu - Kvívíkar kommunu - Skálavíkar kommunu - Porkeris kommunu - Sumbiar kommunu og Fugloyar kommunu. Sostatt kunnu lærarar og onnur í starvi í hesum kommunum nú lógliga og uttan at noyðast at skulu spyrja rættindahavaran fyrst, avrita og margfalda tilfar.

Tríggjar kommunur afturat hava samtykt at avtala skal undirskrivast, so væntast kann at tær eisini skjótt kunnu verða settar á listan. Fjølrit er kunnað um, at 11 kommunur hava sett avtaluna á skrá til viðgerðar á komandi býráðsfundi, flestu fundirnir eru í oktobur mánaði. Sostatt eru einans 4 kommunur, sum enn ikki hava latið við seg koma og sum tí ikki kunnu víðka um og fjølbroyta undirvísingartilfarið uttan at spyrja og gera avtalu við hvønn einstakan rættindahava.

Ymiskar tilgongdir til at viðgera avtaluna
Sum heild tykist hugburðurin at vera jaligur, og politikkarar eru farin at skilja týdningin av at fáa avtalu gjørda, so lógin verður hildin, og upphavsfólk fáa samsyning fyri sítt arbeiði. Mannagongdin hjá kommununum at viðgera slíka avtalu er eitt sindur ymisk alt eftir støddini á kommununi. Smáu kommunurnar hava avtaluna til viðgerðar á kommunustýrisfundi. Stóru kommunurnar, sum hava fleiri nevndir, mugu fyrst taka avtaluna upp á fundi í einari ella fleiri nevndum, sum gera tilmæli, ið síðan verður tikið við til býráðsfundin.

Útgjaldingar til rættindahavar
Samstundis verður arbeitt við at endurskoða og bøta reglugerðina fyri útgjaldingar til rættindahavar. Málið er, at hon sjálvsagt skal lúka treytirnar í føroysku lóggávuni, men samstundis á best møguliga hátt nøktar tørvin hjá rættindahavunum og umstøðurnar í føroyska lista- og mentarnarumhvørvinum. Ætlanin er, at reglugerðin verður klár at viðgera og fara til atkvøðugreiðslu á aðalfundinum 30. januar 2019.

- Fjølrit

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder