Innanlands

Nú byrja summarlegurnar á Zarepta

Hildið verður fram út í oktober

2023-06-22 08:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskiftið, sunnudagin 25. juni, byrjar summarleguskráin hjá Zarepta á Vatnsoyrum við ungdomsleguni, sum er fyri tey 16-17 ára gomlu. Legan er ikki fullteknað enn, og enn er pláss fyri tilmelding á zarepta.fo.

Henda fyrsta legan endar leygarmorgunin 1. juli. Onnur ungdómslegan, fyri tey, sumeru 15 ár, byrjar dagin eftir. Har eru eisini nøkur pláss eftir.

Síðan verður hildið fram við barnalegunum. Leguskráin hjá Zarepta er rættiliga drúgv – frá fyrst í mai til mitt í oktobur. Vetrarhálvuna eru tað ymsu samkomurnar runt landið, sum nýta Zarepta til samkomu-vikuskiftislegur. 

Endamálið við summarlegunum á Zarepta er neyvt tað sama sum av fyrstan tíð:

"Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. Vit ynskja at geva børnum og ungum eina góða uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi. Eisini ynskja vit, at tey mennast innan karmarnar fyri góðari samveru millum menniskju: At vera ásettum reglum lýðin, at bera seg siðiliga at og at virða hvør annan. Dentur verður eisini lagdur á at sýna náttúru- og mentanarvirðum ans."

Zarepta hevur gjørt ein lítlan film, sum vísir lívið á eini ungdómslegu á Zarepta:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder