2022-08-05 08:21

Enn er møguleiki at søkja inn á útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, tí á fleiri útbúgvingum eru framvegis tøk lestrarpláss.
Til ber at søkja inn á tøku lestrarplássini til og við 15. august.
– Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær boðið lestrarpláss fyrst. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.
Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:
Bachelor
Búskaparfrøði
Føroyskt
Lívfrøði
Mýlalívsvísindum
Samfelagsvísindi
Søga
Master
Føroyskt
Heilsuvísindi
Politikkur og umsiting
Samfelagsvísindi
Søga
Hjánám
Føroyskt
Samfelagsvísindi
Søga


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald