Innanlands

Nú ber til at kunna seg um hvar tú kanst parkera í Tórshavn

Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt talgilda kunning um parkering í Tórshavn

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-18 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú ber til at kunna seg á netinum um hvar tú kanst parkera í Tórshavn og hvussu leingi bilurin kann standa á ymsu básunum í kommununi.

Tórshavnar kommuna hevur lagt eitt talgilt kort út á sína heimasíðu, har tú sært allar parkeringsbásarnar í kommununi.
 
Til tess at geva borgarum og vitjandi eina betri talgilda tænastu, ber til at fáa dagførdar upplýsingar um staðsetingar og møguligar tíðaravmarkingar á parkeringsbásum á Argjum, á Hálsi og í miðbýnum, skrivar kommunan.
 
Stigvíst verður kortið víðkað til at fata um alla kommununa. Kortið sæst HER.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder