Innanlands

Nú ber til at fara fyrr upp at svimja

Tórshavnar kommuna skrivar, at nú verður eitt ynski hjá borgarum gingin á møti - svimjihøllin verður frá mánadegnum 10. mai opin frá klokkan 06.15

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-05-07 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey, sum eru tíðliga á fótum, kunnu nú fara at svimja uppaftur fyrr um morgunin í høvuðsstaðnum, tí Svimjihøllin í Gundadali hevur nú víðkað um upplatingartíðirnar.

- Hetta hevur verið eitt ynski hjá borgarunum í rúma tíð, og nú hendir tað.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har boðað verður frá, at svimjihøllin letur upp ein hálvan tíma fyrr, so nú ber til at svimja longu frá klokkan 06:15.

Mánadagin 10. mai er tann fyrsti dagurin, tá ið hetta er møgulig. Upplatingartíðir og annað kunnu síggjast á svimjihollin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder