Uttanlands

Noreg: Løgreglan steðgaði mótmælistiltaki móti islamisering

Reaktiónirnar hjá áhoyrarum gjørdust ógvusligar, tá kastað varð við koranini

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-15 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir

Norska løgreglan hevur í dag steðgað einum mótmælistiltaki, sum var vent ímóti islamisering av Noregi.

Talan var um eitt tiltak, sum felagskapurin Sian skipaði fyri í býnum Drammen.

Sian stendur fyri "Stop Islamiseringen af Norge".

Tað var klokkan 15 lokala tíð, at løgreglan legði uppí, tá ein talari hjá Sian tveitti eina koran á vegin.

Reaktiónirnar hjá áhoyrarunum vóru ógvusligar, og tí gjørdi løgreglan av at steðga tiltakinum.

- Har vóru nógv, ið sóu, hvat fór fram. Eitt nú tveitti ein limur úr Sian eina koran á vegin. Tað fekk fleiri at reagera, og vit hildu tað vera tað rætta at steðga mótmælinum 20 minuttir fyri tíðina, sigur umboð hjá løgregluni í Drammen, sambært Politiken.

Sambært átaksleiðaranum fóru fólk stillisliga hvør til sítt, tá tiltakið endaði, og eingin varð handtikin.

Á heimasíðu síni, skrivar Sian, at felagskapurin er til fyri at arbeiða ímóti og steðga islamiseringini av Noregi. Hetta skal gerast við at kunna um, hvat islam stendur fyri, og hvørjar avleiðingar ein islamisering av Noregi kann fáa.

Á heimasíðuni stendur eisini, at felagskapurin er politiskt óheftur.

Sian sigur eisini, at islam ikki er ein rasa, og at felagskapurin tekur frástøðu frá rasismu.

placeholder
placeholder