Mentan

Noreg, Svøríki og Ísland sungu seg víðari í Eurovison

Norðanlondini, sum í kvøld vóru við í fyrra undanumfarinum í Eurovision, komu øll víðari. Sissal skal á pall hóskvøldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-13 22:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir tíggju fyrstu finalistarnir í Eurovision vórðu funnir í kvøld, tá fyrsta undanumfarið var.

Millum tey vóru øll trý noðurlondini, sum vóru við.

Víðari komu: Noreg, Albania, Svøríki, Ísland, Holland, Pólland, San Marino, Estland, Portugal og Ukraina.

Svøríki er stórfavorittur við lagnum "Bara Bada Bastu", og Estland liggur eisini framvið við lagnum "Espresso Macchiato".

Hósdagin skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á pallin fyri Danmark við lagnum Hallucination og skal tryggja sær eitt av teimum síðstu tíggju finaluplássunum.

Hon hevur verið krímfongd seinastu dagarnar, og kemur vónandi veruliga fyri seg áðrenn framførsluna hóskvøldið.

Seinna undanumfarið verður víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya hóskvøldið klokkan 20.

Íslendski sangurin í ár. "Róa" hjá Væb

Noreg: Lighter, Kyle Alessandro

Hoyr svenska sangin "Bara Bada Bastu" ovast´i greinini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder