Norsk løgreglufólk eiga at bera skotvápn, tá tey eru til arbeiðis, heldur norska stjórnin, sum hevur lagt eitt uppskot fram um at gera tað til eitt lógarkrav, at norsk løgreglufólk skulu vera vápnað.
Á sumri í fjør fekk norska løgreglan heimild til sjálv at avgera, um løgreglufólk skulu bera skotvápn, meðan tey eru til arbeiðis, men tað hevur ikki verið krav. Skotið verður nú upp at broyta heimildina til eitt krav.
Norski løgmálaráðharrin, Astri Aas-Hansen undirstrikar, sambært Ritzau, at skotvápn bert skulu brúkast, tá tað er alneyðugt, og aðrir møguleikar ikki eru til staðar. Løgreglan skal eisini vísa á øki, har tað er óneyðugt at bera vápn, m.a. í sambandi við uppgávum, sum snúgva seg um børn.
Skotið verður upp, at nýggja lógin skal endurskoðast aftaná fimm ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald