Uttanlands

Noreg: Endaliga avgerðin um AstraZeneca má bíða

Stjórnin hevur ikki nóg mikið av kunning til at taka eina endaliga avgerð um koppsetingina við AstraZeneca, sigur norski heilsumálaráðharrin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-16 19:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark hevur vrakað tað, og Svøríki heldur fram at brúka tað til koppseting av eldri borgarum, men í Noregi er avgerð enn ikki tikin um, hvørt tey aftur skulu fara at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, segði á tíðindafundi hósdagin, at norska Folkehelseinstituttet hevði mælt til at taka AstraZeneca úr koppsetingarætlanini, men kortini heldur hann ikki, at stjórnin hevur nóg mikið av kunning til at taka eina endaliga avgerð enn.

– Norsku tølini eru lítil og tí ógreið, sigur hann.

Granskarar í Noregi hava kannað fimm heilsustarvsfólk, sum fingu álvarsom hjáárin av koppingarevninum. Talan er um fýra kvinnur og ein mann, øll millum 32 og 54 ára aldur, sum høvdu ymiskar upplivingar við somu sjúku. Trý av teimum eru deyð.

Samstundis sum mann eigur at hugsa um álvarsom hjáárin, sum fólk kunnu fáa av koppingarevninum, eigur mann eisini at hugsa um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri koppsetingina av fólkinum, um AstraZeneca verður tikin úr koppsetingarætlanini, sigur Bent Høie.

Eins og onnur lond, eru tey í Noregi fyribils givin við at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca orsakað av blóðtøppunum, sum vórðu staðfestir hjá koppsettum persónum, og ein nevnd av bæði norskum og útlendskum serfrøðingum skal nú kanna málið nærri.

Nevndin skal koma við einari frágreiðing í seinasta lagi 10. mai, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder