Uttanlands

Noreg: Drap fimm fólk við boga og píl

Løgreglan hevur handtikið ein mann eftir syrgiliga hending í norska býnum Kongsberg. Fimm fólk eru deyð og tvey eru løstað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-13 22:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm persónar eru dripnir í norska býnum Kongsberg nærhendis Oslo. Ein persónur hevur gingið í býnum við boga og píl í kvøld, og hevur dripið fólkini umframt løstað tveir persónar.

Tað upplýsir norska løgreglan á tíðindafundi í kvøld.

[object Object](Mynd: EPA)

Ein maður er handtikin í málinum, og hann verður hildin at vera einasti gerningsmaðurin.

Upplýst verður ikki hvør orsøkin er, men tað verður útihýst, at hetta kann vera eitt yvirgangsálop.

Hendingin fór fram um 17 tíðina føroyska tíð.

Løgreglan upplýsir ikki júst hvar hetta er farið fram, men ein talsmaður hjá Coop í Noreg upplýsir fyri blaðnum VG at ein álvarslig hending hevur verið í teirra handli í Kongsberg, sum liggur umleið 80 kilometrar vestan fyri Oslo.

placeholder
placeholder