Ein 14 ára gamla norskur drongur varð um vikuskiftið tikin fyri at hava stolið ein buss - fyri triðju ferð innan eitt hálvt ár, upplýsir norska løgreglan sambært norska kringvarpinum NRK.
Bussurin varð stolin í Oslo og varð steðgaður í Kristiansand, sum er umleið 300 kilometrar frá norska høvuðsstaðnum.
Løgreglan tekur tað í størsta álvara, at ein ungur drongur stjelur bussar og koyrir runt í ferðsluni. Sosialu myndugleikarnir eru kunnaðir, men tað er ógreitt, hvat fer at henda við dronginum, skrivar Ritzau.
Miðskeiðis í apríl varð eisini boðað frá, at sami drongurin hevði stolið ein buss í norska høvuðsstaðarøkinum og var koyrdi allan vegin til Svøríkis, har myndugleikarnir fingu fatur á honum. Tá hevði hann koyrt umleið 200 kilometrar.
Les eisini: 14 ára gamal stjól buss og koyrdi til Svøríkis
14 ára gamli drongurin skal eisini hava stolið ein buss í Stavanger-økinum. Tá koyrdi hann runt í tríggjar tímar, áðrenn hann lat bussin aftur.
Ongar fráboðanir hava verið um fólkaskaða í sambandi við hesar hendingar, og ferðafólk hava heldur ikki verið í bussunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald