Svøríki, Noreg, Finnland og Ísland stuðla Danmark, eftir at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur heitt á USA um at steðga hóttanir sínar móti Danmark og Grønlandi.
Les eisini: Trump endurtekur, at USA hevur tørv á Grønlandi
Tað boða svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb frá í hvør sínari fráboðan á sosiala miðlinum X sambært Ritzau.
Les eisini: Jens-Frederik Nielsen: Nú er nóg mikið
– Tað eru bert Danmark og Grønland, sum hava rætt til at taka avgerðir, sum snúgva seg um Danmark og Grønland. Svøríki stuðlar okkara grannalandi fullkomiliga, skrivar Ulf Kristersson.
– Grønland er ein partur av danska kongaríkinum. Noreg stuðlar danska kongaríkinum fullkomiliga, skrivar Jonas Gahr Støre.
– Eingin tekur avgerðir vegna Grønland og Danmark, burtsæð frá Danmark og Grønland. Okkara norðurlendski vinur Danmark og forsætisráðharrin hava okkara fulla stuðul, skrivar Alexander Stubb, sum eisini hevur deilt fráboðanina hjá Mette Frederiksen.
Les eisini: – USA ongan rætt til londini í ríkisfelagsskapinum
Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir skrivar á sosialar miðlar, at Grønland er partur av danska kongaríkinum og leggur afturat, sambært RÚV:
– Einki um Grønland uttan Grønland. Ísland stendur saman við vinum sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald