
Ein norðurlendsk ferðavinnuráðstevna hevur í dag sett rammurnar fyri einari nýggjari felags ferðavinnuætlan, skrivar norðurlendska ráðharraráðið.
- Við nýggju ætlanini sameina vit okkum um at menna norðurlendsk aøkið sum leiðandi ferðamál fyri burðardygga ferðavinnu. Málið er at skapa eina ferðavinnu, sum bæði skapar búskaparvøkstur og arbeiði umframt varðveitir og styrkir okkara mentanararv, sigur Ebba Busch, sum er orku- og vinnumálaráðkvinna í Svøríki.
Ætlanin byggir á tríggjar meginreglur. Burðardygd í øllum liðum, innovatión og talgilding umframt økt samstarv yvir landamørk. Málið er at skapa eina ferðavinnu, sum ikki einans skapar búskaparvøkstur og fleiri arbeiðspláss, men eisini verjir náttúru og mentanararv í norðurlondum.
Burðardygd og lokalur ognarlutur
Ferðavinnan er ein týðandi vinna í øllum heiminum. Í norðurlondum gevur hon ikki bara fíggjarligan vinning, men hevur eisini stóra ávirkan á lokalsamfeløg og á burðardygdina. Burðardygd, sum fevnir um bæði umhvørvið, so sum at minka um útlátið av koltvísúrni og um at verja lívmargfeldnið og at tryggja lokala ognarlutin í vinnuni. Nýggja ætlanin leggur dent á at skapa arbeiðspláss, og at sleppa undan at ferðafólkini gerast ov nógv í tali.
(Mynd: Clive Tompsett / imagebank.sweden.se)
Ætlanin vísir á talgilding og tøkniliga nýskapan sum lyklar til framtíðar ferðavinnuna. Tøknin skal m.a. brúkast til at stýra streyminum av ferðandi, betra upplivingarnar hjá ferðafólkunum og eisini uppstiga núverandi loysnir heldur enn at byrja av nýggjum við fleiri royndarverkætlanum.
Norðurlond sum felags brand
Altjóða kappingin um ferðafólkini er harðnað. Norðurlond vilja við ætlanini styrka felags profilin sum eitt ektað, burðardygt og serstakt ferðamál. Hetta krevur ábyrgdarfulla marknaðarføring, menning av nýggjum ferðaútboðum og samstarv við aðrar vinnugeirar, so sum matvøruídnaðin, mentanarútbjóðarar og vinnuferðavinnuna.
Tað var Visit Sweden, sum skipaði fyri The Nordic Tourism Conference saman við norrøna ráðharraráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald